Á páskum verður høvi hjá føroyingum at hoyra heimsgitnað tónleikaverkið, Requiem hjá Mozart Tað er kórið, Eystanljóð í Eysturkommunu, sum fer at framføra verkið saman við orkestri og solistum
Tvær konsertir verða, tann fyrra verður í Kirkjuni í Gøtu skírisdag tann seinna verður í Vesturkirkjuni langafríggjadag.
- Eystanljóð hevur sungið í 27 ár, men hesar konsertirnar eru størsta tónleikaliga avbjóðingin hjá teimum nakrantíð, siga fyrireikararnir Tó at flestu sangarar syngja í kórinum dagliga hevur eisini verið neyðugt at heitt á aðrar sangarar, einamest úr Eysturoynni, um at veita kórinum hjálp til hesar framførslurnar, sum eru rættiliga krevjandi.
Solistar á konsertunum eru Anne Mette Greve Klemensen, sopran, Anna Maria Olsen, alt, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, tenor og Mikael Johan Heinesen, bass. Orkestrið er mannað við tónleikarum úr Føroya Symfoniorkestri, við Leif Hansen, sum leiðara.
- Requiem er síðsta verk sum liggur eftir Mozart. Hann doyði bara 35 ára gamal í 1791 og tá var verkið ikki liðugt. Kona Mozart heitti tí á ein av næminginum hjá manninum, Franz Süssmayr, um at skriva verkið liðugt.
At Mozart ikki fullførdi sítt Requiem hevur nærum frá byrjan skapt hópin av gitingum um samansvørjingar. Tann kendasta er uttan iva tann, sum verður løgd fram í filmslistarliga meistaraverkinum hjá Milos Forman, Amadeus.
|