Vágur og svimjihøllin har, Páls Høll, fáa í næsta mánað forkunnuga vitjan av heimsins besta svimjara, sum saman við venjara sínum kemur hendan vegin at venja í nakrar dagar.
Talan er um Katinku Hosszú úr Ungarn, sum eigur ikki færri enn fýra heimsmet – í 200 metrum blandað á langgeil, 400 metrum blandað á stuttgleil og 100 og 200 metrum rygg á stuttgeil.
Katinka Hosszú vann trý OL-gull í Rio de Janeiro í 2016 – í 100 metrum rygg og 200 og 400 metrum blandað. Í fjør varð hon kosin heimsins besti svimjari.
Tað er Svimjisamband Føroya, sum í dag ber tíðindini um Katinku, ið kemur higar saman við venjaranum, Árpád Petrov. Tey bæði vera her í døgunum 8. til 11. apríl.