Heimsins dýrasti ávegis til Barcelona

Neymar JR hevur gjørt tað klárt, at hann ikki ætlar sær at halda á fram í Fraklandi.

Neymar hevur gjørt klárt, at hann ikki trívist í Paris Saint Germain, og leiðslan í Paris Saint Germain hevur eisini sagt, at um leikarar ikki vilja spæla fyri franska høvuðstaðarfelagið, so verða teir seldir.

Neymar fór frá Barcelona til Paris Saint Germain í 2017, fyri heili 1,6 milliardir krónir, hetta gjørdi hann til dýrasta fótbóltsleikara nakrantíð. Av fíggjarligum ørsøkum, eru tað ikki nógv feløg, ið kunnu keypa Neymar, men eitt av teimum feløgunum, ið kann keypa Neymar, er Barcelona.

Neymar vil eftir øllum at døma aftur til Barcelona, og nú skal avtala hava verið gjørd ímillum spælara og felag. Enn er ógreitt hvussu nógv tað kemur at kosta Barcelona at keypa Neymar aftur, men tað verður neyvan til sama prís, sum í 2017.

Neymar spældi við Barcelona frá 2013 til 2017, og megnaði millum annað at vinna Champions League við Catalanska felagnum, í 2015. Barcelona hevur ikki vunnið Champions League síðan, og hildi verur, at Neymar kann vera maðurin, ið fær Barcelona aftur til topps í altjóða fótbólti.