Svenskt blað frá 1645 gevst við pappírsútgávuni og fer á alnetið ístaðin. Fjølmiðlagranskari væntar, at fleiri donsk bløð fara at hvørva í framtíðini. Svenska blaðið ?Post och Inrikes Tidningar?, sum er heimsins elsta blað, endar nú seinastu ferðina í ruskspannini heima hjá fólki.
Frá 1. januar í ár finst blaðið ikki longur á pappíri, men bert online.
Øll eru ikki eins fegin um hetta. Fyrrverandi blaðstjórin á blaðnum, Hans Holm metir hesa gongdina sum eina mentanarliga vanlukku. Tað ger kortini danski fjølmiðlagranskarin Jørgen Poulsen frá Roskilde Universitet ikki.
Við Jyllandsposten sigur hann soleiðis:
- Eg eri meiri bangin fyri, at nøkur bløð heilt fara at hvørva, orsakað av samanleggingum og fusjónum millum miðlahús.