Heimsins elsti livandi persónur, Maria Branyas Morera úr Spania, sum upplivdi tveir heimsbardagar, er deyð 117 ára gomul.
Hesum boðar familja hennara frá í dag.
Hon varð fødd í San Francisco í USA 4. mars 1907. Familjan kom aftur til Spania í 1915.
- Marya Branyas er farin frá okkum. Hon doyði, sum hon ynskti: Í svøvni, friðarliga og uttan pínu, skrivar familjan á sosiala miðlinum X.
- Vit fara altíð at minnast hana fyri ráð hennara og vælvild, siga tey.
Branyas livdi seinastu 20 árini á røktarheiminum Santa Maria del Tura í býnum Olot í útnyrðingspartinum av Spania.
Hon segði týsdagin um, at hon kendi seg veika og hevði ikki nógva tíð eftir.
- Tíðin nærkast. Grát ikki, mær dámar ikki tár. Og fram um alt skulu tit ikki líða vegna meg. Hvar eg enn fari, verði eg glað, sigur hon við netmiðlarnar hjá familjuni.
Guinness heimsmet viðurkendi hana sum heimsins elsta livandi persón í januar 2023. Tað var eftir at franska nonnan Lucile Randon var deyð, 118 ára gomul.
Eftir deyða Branya er heimsins elsti persónur nú japanska Timiko Itooka. Hann er føddur 23. mai 1908 og er sostatt 116 ára gamal sambært amerikanska felagsskapinum US Gerontology Research Group.
/ritzau/AFP