Heimsins mest irriterandi uppfinning

Bretar hava talað. Heimsins mest irriterandi uppfinning er bæði larmandi og asosial. Á einum greiðum fyrstaplássi er nevnliga karaokeanleggið. Tað skrivar The Independent Hvat er tann mest irriterandi uppfinningin nakrantíð?

Av eini ella aðrari orsøk hevur ein kanning, fíggjað av bretsku stjórnini, roynt at finna eitt svar til tann spurningin, og hava umleið 2500 bretar viðvirkað í kanningini.

Tann japanska uppfinningin, sum síðan tað varð uppfunnið hevur oyðilagt ? ella í summum førum lyft ótalligar veitslur, fekk heili 22 prosent av atkvøðunum.

Kane Kramer, formaður fyri bretska felagið fyri uppfinnarar, hevur eina frágreiðing upp á hví so nógvir bretar hata karaokeanleggið. ? Tað er eitt asosialt fenomen, ið kann oyðleggja sjálvt ta bestu veitsluna, meinar hann.

- Tá fólk syngja karaoke, hugna tey sær, men sum áskoðari stendur tú bara og hyggur at nøkrum, ið ikki dugir at syngja, og tað er ikki serliga stuttligt at lurta at, sigur Kane Kramer.

- Tað er asosialt. Tú hevur kanska 10 fólk, ið gjarna vilja syngja karaoke, sum so merkir, at 150 fólk skulu líða við tað, greiðir Kane Kramer frá.

Listin yvir 9 tey mest irriterandi uppfinnilsini sær annars soleiðis út:

1. Karaoke anleggið, 22 prosent

2. 24-tíma ítróttarkanalir, 17 prosent

3. Spælikonsollin, 12 prosent

4. Fartelefonin, 11 prosent

5. Vekjarin, 7 prosent

6. Slættijarnið, 5 prosent

7. Alnetið, 4 prosent

8. PDAin, 2 prosent

9. MP3-spælarin, 2 prosent