Skjótast vaksandi biltypan um allan heim eru SUV og crossover. Hetta eru praktiskir og rúmligir bilar í ymiskum støddum. Ofta høgir frá vegnum og við stórari baklúku.
Mest seldi SUV í øllum heiminum í fjør var Honda CR-V, sum fyrstu ferð kom á marknaðin fyri 20 árum síðan. CR-V stendur fyri "Comfortable Runabout Vehicle".
Núverandi CR-V er fjórða genaratión. Ein nýggjur kemur í 2017.
Upp á heimsbasis vóru í 2016 seldir 27,1 milliónir SUV. Hetta svarar til umleið ein fjórðing av samlaðu søluni av persónbilum.
Aftan á Honda CR-V er Toyota RAV4 nummar tvey og Hyundai Tucson nummar trý.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/