Fyri løtu síðani lendi í Vágum eitt av størstu altjóða poppnøvnunum, sum nakrantíð er sprottið úr Danmark. Tað skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi.
- Heimskenda stjørnuskotið MØ hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at flúgva skjótt inn og út úr landinum. Hon gleðir seg tvørturímóti til at uppliva føroysku oyggjarnar teir komandi dagarnar, skrivar festivalurin.
- MØ hevur spælt útseldar konsertir um allan heimin og hevur vunnið at kalla alt, sum vinnast kann av heiðurslønum í heimlandinum. Tó er hendan stjørnan so mikið nýggj á himmalhvarvinum, at ikki øll munnu vera heilt greið yvir, hvussu kend hon longu er vorðin. Tølini tala tó sítt greiða mál: videolagið “Lean On”, sum hon gjørdi saman við Major Lazer, er sæð heili 2 milliardir ferðir á Youtube, meðan lagið “Final Song” er spælt 260 milliónir ferðir á streamingtænastuni Spotify. Úti í heimi eru fólk samd um, at MØ er eitt heilt serligt og máttmikið fyribrigdi. Og tað er kanska hetta serliga sum ger, at MØ til dømis eisini er at finna á listanum hjá Melanie C (eisini rópt Sporty Spice) yvir tær fimm nútímans kvinnurnar við mest girl power.
- Útlit eru fyri, at MØ fer at gerast enn størri komandi tíðina. Framførslan á G!Festivalinum er partur av eini tónleikarundferð í Evropa, og hon arbeiðir eisini við næstu fløguni, sum kemur út seinni í ár, siga fyrireikarar.
MØ spælir hóskvøldið á Gøtusandi.