Allur heimurin hevur hoyrt um Viking Sky - og nú liggur stóra og kenda ferðamannaskipið við kai í Havn. Viking Sky legði koma á Havnina í morgun, og hetta er triðju ferð skipið vitjar í Føroyum í ár.
Síðst í mars kom Viking Sky í havsneyð í Noregi. Tað var stormur og upp í ódn í hvirlunum, tá skipið knappliga fekk trupulleikar við motorinum og steðgaði upp.
Skipið lá fyri vág og vind í aldum, sum vóru upp í 10 metrar hædd. Tað eydnaðist manningini at seta akker í, og hetta var um reppið, tí tað var bert 100 metrar frá at taka í botn. 1373 fólk vóru umborð, og neyðugt var at seta risastórt bjargingarátak í verk - 479 fólk vórðu bjargað við tyrlu.
Bjargingarátakið tók sína tíð í ódnarveðrinum. Dagin eftir eydnaðist tað at seta tríggjar av teimum fýra motorunum í gongd aftur á stóra ferðamannaskipinum, og við góðari hjálp frá sleipibátum kom Viking Sky trygt í land í Molde.
Viking Sky tekur 930 ferðafólk, og umborð vóru ferðafólk úr eitt nú USA, Kanada og Onglandi.
Flotta ferðamannaskipið loysir frá kai aftur klokkan 18 og setur kósina móti Seyðisfjørði í Íslandi.
Til ber at síggja fleiri myndir av Viking Sky á Havnini niðan fyri her. Ólavur Frederiksen hevur tikið myndirnar:
##ms##