Til tess at menna áhugan fyri borðtennisítróttini í Føroyum, skipar Borðtennissamband Føroya fyri sera áhugaverdum undirhaldi í Havn leygardagin.
Tveir heimskendir borðtennisleikarar koma higar í dag; teir eru kekkarnir, Milan Orlowski og Jindrich Pansky. Hesir eru ikki bara heimskendir sum professionellir leikarar, men í fleiri ár eisini sum undirhaldarar. Teir hava ferðast um stóran part av heiminum við einum sonevndum "showi", sum teir framføra saman við dómara og áskoðarum. Hetta er einki minni enn ítróttarligt undirhald í heimsklassa.
Á Nabb og SMS
Um vikuskiftið verður eisini føroyameistarakapping fyri einstaklingar og í tvímansleiki fyri tey tilkomnu, og undirhaldstiltakið verður skipað sum ein partur av hesum.
Fyrstu ferð, høvið verður at síggja Orlowski og Pansky vísa síni kynstur, verður í SMS leygardagin kl. 14.00.
Seinnu ferð verður í ítróttarhøllini á Nabb leygarkvøldið kl. 19.00, beint eftir finalurnar í føroyameistarakappingini í borðtennis.
Flestu av okkum munnu onkuntíð hava sæð borðtennissnillingar í sjónvarpinum, og tað er slíkt undirhald, áskoðararnir kunnu vænta sær í SMS og áNabbi leygarkvøldið.
Orlowski og Pansky fara eitt nú at spæla við smáum bøttum, teir fara at leypa upp á borðið, og teir fara at gera tað mest óhugsandi, ið gerast kann frammanfyri og uppi á einum borðtennisborði.
Ein partur av undirhaldinum hjá teimum báðum plagar at vera, at annar leikarin setir ein krakk uppá borðið, sum hin síðan spælir á, aftur og aftur, meðan mótstøðumaðurin, sum skuldi staðið við endan, tekur eitt prát við dómaran!
Hesir menninir eru førir fyri at gera alt, sum gerast kann frammanfyri einum borðtennisborði.
Kappingin
Føroyameistarakappingin byrjar annars fríggjakvøldið kl. 18.00 í ítróttarhøllini á Nabbi.
Hetta kvøldið kappast gentur, dreingir, meðaldeildin og kvinnuunglingar.
Leygarmorgunin kl. 8 verður 1/4 finalan í einmansleiki og 1/2 finalan í tvímansleiki hjá dreingjum, og tá byrjar eisini kappingin hjá mansunglingum. Kvinnurnar byrja kl. 9 og meistaradeildin kl. 9.30. Leygardagin kl. 12.30 verður blandaður tvímansleikur fyri leikarar, sum eru eldri enn 16 ár.
Kl. 18 leygarkvøldið verða so finalurnar, og kl. 19 byrjar so umrødda undirhaldi hjá heimskendu kekkunum báðum, Orlowski og Pansky.
Tiltakið endar leygarkvøldið kl. 21.30.
Kostnaðurin fyri er 40 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.