Heimskent danskt orkestur nápar Eivør

Ætlanin var, at Eivør Pálsdóttir skulu syngja tveir sangir á eini útgávu hjá Danmarks Radio Big Band í fjør, men eftir upptøkurnar vóru sangirnir lagdir til viks, tí kenda danska orkestrið vil heldur sleppa at gera eina heila fløgu saman við Eivør. Upptøkurnar verða gjørdar í hesum døgum

Fyrst í vikuni fór føroyska songkvinnan Eivør Pálsdóttir til Danmarkar, har hon fer undir eitt nýtt og spennandi samstarv við Danmarks Radio Big Band, sum er kent í nógvum londum kring heimin.
Tey hava spælt saman áður, bæði í upptøkuhølum og á palli, men nú verður samstarvið enn meira umfatandi og spennandi hjá føroysku songkvinnuni.
Í fjør var Eivør Pálsdóttir í studio saman við danska orkestrinum, og har vóru tveir sangir av útgávuni Krákan spældir inn av nýggjum. Hesir báðir sangir skuldu verða við á eini útgávu hjá Danmarks Radio Big Band.
Men eftir at Eivør hevði verið í upptøkuhølunum, broytti danska orkestrið hugsan. Tað vildi ikki lata seg noyða við »bara« at geva tveir sangir út við Eivør. Orkestrið vildi heldur sleppa at gera eina heila fløgu og fara á konsertferð við føroysku songkvinnuni, og hetta verður nú veruleiki.

Tónleikur hjá Eivør
Eivør Pálsdóttir er í hesum døgum í studio saman við Danmarks Radio Big Band. Hon fór til Danmarkar mánadagin, og eftir venjingar i tríggjar dagar, skal tónleikurin til nýggju fløguna takast upp eftir fýra døgum.
Tað verða fyrst og fremst sangir hjá Eivør Pálsdóttir, sum verða innspældir til fløguna, men onkur traditionellur norðurlendskur sangur verður eisini við á útgávuni.
? Hetta er eitt sera spennandi samstarv hjá Eivør. Danmarks Radio Big Band er kent kring allan heimin, og orkestrið hevur eftir øllum at døma rættiliga tikið Eivør til sín, sigur Sigvør Laksá, umboðskvinna hjá Eivør Pálsdóttir.

Nógv á skránni
Nýggja fløgan hjá Eivør og Danmarks Radio Big Bandi skal gevast út seinni í ár, og bæði í mars og í oktober verða konsertferðir á skránni.
Í mars skulu Eivør og Big Bandið spæla á konsertum í Danmark ? millum annað í Copenhagen Jazzhouse dagarnar 23. og 24. mars.
Og eftir at fløgan er komin út í Danmark, fara Eivør og Danmarks Radio Big Band á eina nýggja konsertferð, sum umfatar Danmark, Eysturíki, Holland og Týskland.
Lagt verður fyri í Danmark fyrst í oktober mánaði, og frá 10. oktober verður spælt í útlandinum í tvær vikur ? fyrst í Eysturíki og síðani í Hollandi og Týsklandi.

Ísland og Kanada
Umframt samstarvið við Danmarks Radio Big Band hevur Eivør Pálsdóttir eisini ymiskt annað á skránni. Hon verður við á vælgerandi konsertini í Føroyum sunnudagin, og í februar mánaði skal hon aftur til Íslands at hava konsert.
Hendan konsertin verður eitt sindur serlig, tí talan er um eina framførslu saman við einum kamarorkestri, sum hevur útsett tónleikin hjá Eivør av nýggjum.
Í mars skal Eivør eisini til Kanada at hava konsertir saman við Bill Bourne, sum hon hevur framført nógv við seinasta árið.

Myndatekstur:
Eivør Pálsdóttir er í hesum døgum í studio saman við Danmarks Radio Big Bandi, og seinni fara tey á konsertferð í bæði Danmark og í øðrum londum. Mynd: Jens Kristian Vang

------

DR Big Band & Eivør

Hesar konsertir eru á skránni í 2005

18. marts: Kulturhuset Gimle, Føllenslev
22. marts: Grønnegade Kulturcenter, Næstved, kl 20.00
23. marts: Copenhagen Jazzhouse, kl. 20.30
24. marts: Copenhagen Jazzhouse, kl. 20.30
29. marts: Halkær Kro
30. marts: Skråen, Aalborg
Vika 13: Skúlakonsertir í Danmark
Vika 40: Konsertir í Danmark
Vika 41: Konsertir í Eysturríki
Vika 42: Konsertir í Hollandi og Týsklandi