Fótbóltur
Í mun til seinasta styrkilistan, sum FIFA sendi út, liggja Føroyar nú nummar 183, og tað er tvey pláss aftur eftir hæli. Hetta er sjálvandi áhugavert hjá føroyingum, men tað sum upptekur heimspressuna mest, og eisini er sera áhugavert sæð við føroyskum eygum, er, at Italia hevur yvirhálað Brasil á listanum.
Heimsmeistararnir liggja nú fremst. Teir hava skift pláss við Brasil, sum nú liggur nummar tvey á listanum.
Tað merkir, at sum støðan er nú, so eru 181 pláss í millum Italiu og Føroyar, sum altso eru næst veikasta fótbóltstjóðin í Europa. Bert San Marino (196) er at finna longur niðri á listanum.
Fremsta Norðanlandi á listanum hjá FIFA er Svøríki. Teir eru nummar 16, og tað er tvey pláss lægri enn seinast, tá Svøríki var nummar 14.
FIFA-styrkislistin
(Í klombrum er støðan í farna mánaði)
1Italia (2)
2Brasil (1)
3Argentina (3)
4Frakland (4)
5Týskland (5)
6Ongland (6)
7Holland (7)
8Portugal (8)
9Kekkia (10)
10Spania (12)
16Svøríki (14)
18Danmark (23)
20Skotland (26)
48Finnland (52)
72Litava (68)
86Georgia (95)
95Ísland (93)
183Føroyar (181