Heimsmeistararnir flúgva við Atlantic

Italiumenn eru somikið væl nøgdir um samstarvið hesaferð, at tað væl kann henda seg, at talan verður um meira samstarv komandi tíðina Italsku heimsmeistararnir komu til Føroya við Atlantic Airways hósdagin, og teir fara eisini heimaftur til Milano við føroyska flogfelagnum. Og tað er væl hugsandi, at føroyska flogfelagið eisini skal flyta italska landsliðið í øðrum sambondum frameftir, tí italiumenn hava verið væl nøgdir við samstarvið.

- Italiumenn vóru vælnøgdir og vit hava røtt um framhaldandi samstarv í øðrum sambondum eisini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Høvuðssæti hjá italska fótbóltssambandinum liggur í Firenze, og flogvøllurin har hevur ávísar avmarkingar, men hóskar væl til flogførini hjá Atlantic.

Atlantic Airways skal í næstu viku eisini flyta skotska landsliðið til Føroya.