Heimsmeistarin

10 ting um Mikkel Kessler - Farna vikuskiftið gjørdist hann aftur heimsmeistari í boksing eftir ein harðan dyst ímóti bretska heimsmeistaranum. Mikkel Kessler byrjaði at boksa longu sum 13 ára gamal

Mikkel Kessler hevur enska mammu og danskan pápa

Kessler er føddur í 1979 og er sostatt 31 ára gamal.


Hann er føddur og býr framvegis í Keypmannahavn í Danmark


Hann byrjaði at boksa longu sum 13 ára gamal


Í trý ár boksaði Kessler sum amatørur. Hann megnaði at vinna 44 dystir og bert tapa tríggjar hesi árini.


Kessler hevur vunnið danskt meistaraheiti fimm ferðir, og hann hevur eisini vunnið norskar og norðurlendskar kappingar.


Sum yrkisboksari hevur hann boksa 45 dystir. 43 av teimum hevur hann vunnið – 32 av teimum upp á knockout.


Kessler boksar í bólkinum super miðalvekt, og tá skal hann ikki viga meira enn 76,2 kilo.


Farna vikuskiftið vann Kessler WBC heimsmeistaraheitið, eftir at hann hevði boksað ímóti bretanum Carl Froch, sum hevði hetta beltið. Hetta var fyrstu ferð, at Froch tapti ein dyst.


Næsti dysturin hjá Kessler verður ímóti Allan Green.