HB-venjarin
Tað er nógv, sum bendir á, at 4-0 tapið á Eiði var seinastu dysturin, har venjarin í HB framvegis æt Heine Fernandez.
Ónøgd millum viðhaldsfólk er ikkii nakað ókent fyribrigdi, tá úrslitini ikki laga seg eftir vild. Og tó at HB støðugt hevur hildið seg frammi í oddinum hetta kappingarárið, so hevur ónøgdin støðugt verið til staðar um taktisku støðutakanirnar hjá venjaranum hetta kappingarárið. Ikki minst hevur nógv av tosinum snarað um støðugu broytingarnar av liðnum. Broytingar, sum kanska partvíst hava verið avleiddar av skaðum og leikbannum, men sum eisini hava gjørt tað trupult hjá liðnum at finna nakra veruliga rútmu í spælinum.
Seinastu vikurnar hevur annars loyala heimasíðan hjá felagnum eisini gjørt vart við hesa ónøgd. Bæði eftir reyða kortið, sum venjarin fekk í grannauppgerðini móti B36, og sum helst kostaði tvey stig tann dagin. Men eisini um taktisku dispositiónirnar hjá venjaranum til dystirnar móti ávíkavist NSÍ og EB/Streymi.
Rætta løtan
Tá vit mámamorgunin høvdu orðið á HB-formanninum, Birgir Enghamar, segði hann, at nevndin í løtuni ikki hevði nakra sum helst viðmerking til málið.
Og tað í sjálvum sær ber helst eisini boð um, at broytingar eru ávegis. Her hevur felagið í eina tíð arbeitt við nøkrum bygnaðarbroytingum, har verandi hjálparvenjarin, Albert Ellefsen, skal fáa ein størri leiklut, og tí kundi tað verið upplagt, at tað verður heitt á hann um at standa fyri liðnum seinastu umførini. Møguliga saman við øðrum monnum, har eitt nú Kári Nielsen kundi verið ein upplagdur møguleiki. Júst Kári var saman við Jóannes Jakobsen maðurin, sum tók við leiðsluni av liðnum seinasta partin av kappingarárinum 2002. Eitt kappingarár, sum endaði við fyrsta av teimum higartil trimum gullmerkjunum, sum HB hevur vunnið á rað.
Og skal tosast um timing, so er lítið at ivast í, at løtan til hetta er tann rætta júst nú. Enn eru seks dystir eftir at spæla í árinum, so heilt burtur er FM-møguleikin á ongan hátt. Megnar HB at endurtaka endaspurtin frá 2002 - tá teir framdu venjaraskifti í úrtíð! - so er tað á ongan hátt ósannlíkt, at felagið fjórða árið á rað kann fáa gullmerkini um hálsin.
Samstundis er talan júst nú um 14 daga steðg í landskappingini, tí landsliðið skal spæla dupult-umfar, og tað vil alt annað líka geva einum nýggjum venjara betri møguleikar at arbeiða við hópinum undan næstu uppgávuni.
Kunnu enn avgera
Og hóast talan altíð er um truplar uppgávur, so liggur HB enn í teirri støðu, at liðið »næstan« kann avgera alt sjálvt. Avgjørdi lykladysturin í hesum er útidysturin móti Skála, sum verður 18. september, og kemur felagið úr teirri uppgerðini við trimum stigum, er væl hugsandi, at talan verður um satt gullbrak, tá B36 og HB dystast í seinasta umfarinum á árinum. Og so skal HB altso ikki gloyma, at talan eisini er um fýra av teimum »bleytu« dystunum, liðið hevur havt so stórar trupulleikar av í ár.
Men eftir øllum at døma, so verður hetta altso uttan Heine Fernandez. Fyri trimum vikum síðani gav hann sær sjálvum reyða kortið í grannauppgerðini móti B36, og eftirspælið ta ferðina kundi bent á gult kort frá leiðsluni. Nú bendir so alt á, at talan eisini verður um reytt kort til venjaran. Ein venjara, sum í fjør førdi liðið upp á tindin sum tað mest vinnandi í føroyskum fótbólti, men sum í ár als ikki hevur megnað at liva upp til framúr avrikini.
Fakta
Seinastu seks dystirnir hjá HB
11. septemberHB-GÍ
18. septemberSkála-HB
25. septemberHB-VB
2. oktoberÍF-HB
16. oktoberHB-KÍ
22. oktoberB36-HB