Vánaliga gongdin hjá Helsingør, har føroyski Heini Hanusarson leikar, kostar nú venjaranum starvið. Núverandi venjarin, Morten Fjeldstad, sleppur tó at halda fram kappingarárið út. Komandi kappingarár eitur venjarin Søren Bach, sum fær Per Nielsen sum hjálparvenjara. Báðir eru kend andlit í felagnum, og leiðslan vónar, at felagið nú verður so heimstaðarligt sum tilber.
Spurningurin er so bara, hvørjari deild felagið leikar í komandi kappingarár. Teir liggja í løtuni á aftasta plássi í bestu donsku deildini, sum merkir beinleiðis niðurflyting. Tveir dystir eru eftir at leika, og felagið skal minst hava eitt stig fyri at kunna leika um niðurflyting.