TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við veteranin hjá VÍF, Heina Hanusarson, sum var meir enn bersøgin um dømingina í Kollafirði í kvøld, tá VÍF tapti 23-27 (13-12) ímóti KÍF og reyk út úr Coca Cola steypakappingini.
- Eg eri troyttur av, at ein skal halda hond yvir dómararnar, sigur ein bersøgin Heini. - Teir brúka bara ein tíma um vikuna. Vit brúka 20 tímar um vikuna, lýsir tann bersøgni Heini munin millum teir íðkandi FTZ leikararnar og dómararnar.
Eitt sindur av sjálvkritikki er tó í samrøðuni. Heini heldur, at kollfirðingar eru betri fyri, og hann ásannar, at hann og aðrir á VÍF liðnum mugu koma í betri venjingarstøðu.