Heini nýggjur formaður

Føroya Tele hevur fingið nýggjan nevndarformann eftir at Hákun Steingrímsson fjørdist stjóti í formula.fo. Nýggi nevndarformaðurin er Heini Zachariasen, sum er ein av trimum høvuðseigarum í KT-fyritøkuni Bullguard

Tað er ein av tungu dreingjunum innan KT-vinnuna, sum nú situr sum nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele.

Saman við tveimum øðrum eigur hann KT-fyritøkuna Bullguard, sum er serfrøðingur innan verju av virus. Fyritøkan hevur deildir í Stórabretlandi og Rumenia, umframt deildina í Danmark.

Heini segði við Rás2 mikudagin, at hann ikki enn hevur sett sær nøkur greið mál, og at hann fyrst ætlar sær at tosa við landsstýriskvinnuna.

- Ferðin á internetinum og prísurin eru sentralir partar, og Føroya Tele er sentralur liður í menningini innan KT-vinnuna, sigur Heini Zachariasen.

Hann leggur dent á, at tað er ógvuliga umráðandi, at øll fáa atgongd til breiðband.

- Tá vit fyrst komu til Rumenia sóu vit, at talan var um dugnalig og intellegent fólk, men tey kundu ikki kappast, tí tey vóru ikki á marknaðinum. Øll skulu vera on-line alla tíðina fyri at kunna kappast á marknaðinum, sigur Heini Zachariasen.

Hann vísir á, at Føroyar hava fleiri vansar at dragast við. Ferðin á internetinum er ov lág, prísurin ov høgur, og hartil kemur so tann veruleiki, at Føroyar liggja mitt úti í Atlantshavi, og at tað ikki altíð er líka lætt at sleppa til og úr Føroyum.

- Men glottar eru. Nýggir káplar koma, og Føroyar eru nú um at koma upp móti sama støði sum londini uttan um okkum, og her skal Føroya Tele ganga undan, sigur Heini Zachariasen.

Hóast hann er spildurnýggjur í starvinum, hevur hann kortini gjørt sær sínar metingar.

- Eg havi sjálvandi mínar raðfestingar, men tað er meiri týdningarmikið, hvat landsstýrið og landsstýriskvinnan ætla. Tá tey hava valt ein føroying uttanlands í hetta starvið, so má tað vera tí, at tey hava ambitiónir úteftir, sigur Heini Zachariasen, sum er glaður og stoltur um avbjóðingina, og ætlar sær at prógva nøkur ting sum nevndarformaður.