Heini og Jóan Símun uttanfyri við skaða

Sætta dystin á rað mátti Mattias H. Lamhauge síggja dyst hjá FC Fredericia frá beinkinum

Trý lið vit nevna føroyingalið spældu í dag, men tó uttan nakran føroying á liðnum í dag.

 

Í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini vann Shkupi á heimavølli 3-1 (2-1) á Tikves. 

 

Tað var uttan Jóan Símun Edmundsson á liðnum: - Eg havi ein snudd at stríðast við, sigur Jóan Símun í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Í triðbestu donsku deildini spældi Thisted triðja dystin á rað uttan føroyska U21-landsliðsleikaran, Heini Fossdalsá Sørensen. 

 

Heini er framvegis darvaður av heilaskjálvtanum hann fekk í U21 EM-undankappingardystinum móti Portugal norðuri í Klaksvík 11. oktober.

 

Thisted spældi í dag javnleik 2-2 (0-1) móti Nykøbing á útivølli. Thisted var enntá á odda 2-0. Seinastu tríggir dystirnir hjá Thisted uttan Heina á liðnum eru allir endaðir við javnleiki. 

 

Høvuðsvenjarin hjá FC Fredericia í næstbestu donsku deildini, Michael Hansen hevur tveir málverjar at velja ímillum: Mattias H. Lamhauge við níggju A-landsdystum fyri Føroyar, og 23 ára gamli Valdemar Birksø, ið ongan landsdyst hevur spælt fyri Danmark, heldur ikki tá talan er um ungdómslandsdystir. Men tað er Valdemar Birksø sum verjir málið hjá FC Fredericia. Sætta dystin á rað mátti Mattias í dag síggja dyst hjá Fredericia frá beinkinum.

 

Men tað gongur væl hjá Fredericia. Í dag vann Fredericia á útivølli 4-1 (1-1) á Hobro. Fredericia er næstfremst í deildini við 28 stigum. OB er fremst við 37 stigum.

 

Fyri Mattias sjálvan, og ikki minst fyri landsliðsvenjaratoymið, Eyðun Klakstein og Atla Gregersen er tað tó eitt afturstig, at eingin spælitíð er til landsliðsmálverjan.