Heini Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í Thisted spældu í dag dyst á útivølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Dysturin var móti Ishøj.
Tað eydnaðist hvørgum liðnum at skjóta mál, so tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná seinasta bríksl.
Heini fekk 65 minuttir á vøllinum í dag áðrenn hann var skiftur út.
Thisted er saman við Fremad Amager og Frem fremst í deildini við fýra stigum.
Sunnudagin 18. august klokkan 13 hevur Thisted heimadyst móti Nykøbing.
Ígjár tapti AB uttan Hørð H. Askham á liðnum 0-1 fyri Nykøbing á útivølli.
AB hevur eitt stig aftanfyri tveir teir fyrstu dystirnar.
Sunnukvøldið 18. august klokkan 18 tekur AB móti Aarhus Fremad á heimavølli.
Thisted og AB spæla eisini dystir í fyrsta umfarinum í donsku steypakappingini týsdagin í komandi viku. Klokkan 17.30 spælir Thisted móti seriuliðnum, ASA Aarhus á útivølli. Sama kvøld klokkan 18 spælir AB á útivølli móti seriuliðnum, FB. Tað skuldi tí verið góðir møguleikar hjá føroyingaliðunum at vunnið seg víðari í steypakappingini.