Heita á Ísrael og Iran um ikki at økja spenningin

- Ísrael hevur rætt til at verja seg, siga Keir Starmer, Friedrich Merz og Emmanuel Macron, men vegurin fram er diplomati

 

Leiðararnir í Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi heita nú bæði á Ísrael og Iran um ikki at økja spenningin og krígsstøðuna landanna millum.

 

Í nátt leyp Ísrael á fleiri mál í Iran, og hetta var eitt stórálop, sum eisini tók lívið av fleiri høgtstandandi leiðarum og týðandi persónum í Iran.

 

Iran hevur svarað aftur og hevur lopið á Ísrael, samstundis sum Ísrael hevur hildið fram við fleiri álopum á mál í Iran.

 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevur snakkað við týska kanslaran, Friedrich Merz og franska forsetan, Emmanuel Macron.

 

Partarnir eru sambært tíðindastovuni NTB samdir um, at Ísrael hevur rætt til at verja seg, men teir eru eisini samdir um, at diplomati er vegurin fram.

 

Teir tríggir leiðararnir siga seg eisini vera órógvaðar um kjarnorkuvirksemi hjá Iran, har Iran nú eftir øllum at døma er ført fyri at framleiða kjarnorkuvápn.

 

Lesið eisini - Ísrael hevur framt stórálop á Iran  

 

https://www.in.fo/news-detail/israel-hevur-framt-storalop-a-iran

 

##med2##

 

 

 

 

 

Soleiðis skrivar Verdens Gang í dag