Heita á Løgtingið um at samtykkja uppskot hjá Javnaðaflokkinum

Tað er neyðugt at lønarlagið verður endurskoðað

Løgtingið eigur at taka væl ímóti uppskotinum hjá Javnaðarflokkurin, sigur Starvsfelagið

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lønarlagið hjá almennum starvsfólkum, so at tey fáa løn eftir, hvørja útbúgving, og hvørja ábyrgd, tey hava.

 

Tey vísa á, at tað skerst ikki burtur, at sum støðan er nú, eru lønirnar í størvum, sum í mesta mun verða røkt av kvinnum, lægri enn tær eru í teimum vanligu mannfólkastørvunum.  Tað vil Javnaðarfokkurin hava Løgtingið at broyta, so at tað ikki verður kynið, sum er avgerandi fyri lønina, men útbúgving og ábyrgd.

 

Og nú fær Javnaðarflokkurin stuðul frá Starvsfelagnum, sum er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

– Starvsfelagið fegnast um, at Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri einum nýggjum lønarstiga til almenn sett starvsfólk, sigur felagið í eini fráboðan í morgun.

 

Tey siga, at tað er neyðugt at rættiliga at endurskoða almenna lønarlagið fyri at rætta teir ójavnar, ið eru, og sum serliga hava við sær, at kvinnustørv eru lægri lønt.

 

– Starvsfelagið heitir á aðrar politiskar flokkar, landstýrið, kommunur og fakfeløg, um at sýna uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum stuðul. Hetta er eitt alneyðugt stig at tryggja framtíðar vælferðarsamfelagið í Føroyum og at rætta ójavnan á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Starvsfelagið.

 

Løgtingið eigur at taka væl ímóti uppskotinum hjá Javnaðarflokkurin, sigur Starvsfelagið