Áheitan á Bárður Nielsen, landstýrismann, um at støðga søluni av Føroya Banka

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður

Sjálvstýrisflokkurin hevur verið við í arbeiðinum og tilgongdini at selja Føroya Banka, og var søluleisturin tilmæltur av fimm flokkum og seinri góðtikin av øllum. Sostatt hava allir politisku flokkarnir góðtikið søluleistin, sum landstýrismaðurin hevur arbeitt eftir.
Tó fari eg at heita á Bárð Nielsen landstýrismann, um at støðga søluni av Føroya Banka. Orsøkin er, at tað sum ávarað bleiv ímóti er hent. Almenna orðaskifti hevur skapt ótryggleika og ivasemi, um søluhátturin er tann rætti, og um føroyingar fáa nóg mikið fyri bankan við at selja nú.
Altavgerandi er, at føroya fólk hevur álit á at besta loysnin varð vald.