Hesum boðar veðurlagstænastan hjá ES, Copernicus, frá sambært Euronews.
Sostatt verður hitamet sett 13. mánaðin á rað. Granskararnir við Copernicus meta, at ein partur av frágreiðingini kann vera veðurfyribrigdi El Niño, men at hetta ikki einsamalt greiðir frá orsøkini.
– Talan er ikki bert um eitt frávík í hagtølunum. Hetta lýsir stórar og áhaldandi broytingar í okkara veðurlag.
Carlo Buontempo, leiðari fyri Copernicus
Sambært DR, so sigur Carlo Buontempo, ið er leiðari fyri Copernicus, at rákið við nógvum hitametum er "óumberiligt" so leingi mannaættin heldur fram við at brúka lívrunnin brennievni.