Heldur býta út samskipanina

Hendrik Old tekur ikki undir við at privatisera partar av samferðsluni. Í staðin heldur hann, at partur av samskipanini eigur at verða flutt úr Havn út á økini

? Tað er skeivt at fara og bjóða út aftur bussleiðir av nýggjum, nú menn hava gjørt sáttmálar og stórar íløgur í bussar.

Hetta heldur Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum er limur í vinnunevnd løgtingsins.

Hendrik Old vísir á, at samferðslan við bussum var á privatum hondum heilt fram til 1984, tá Fólkaflokkurin syrgdi fyri, at bussambandið gjørdist til almenna felagið Bygdaleiðir.

? Tá vórðu leiðirnar rivnar frá teimum privatu. Nú skal Fólkaflokkurin aftur ríva leiðirnar frá teimum, sum hava gjørt sáttmála við Bygdaleiðir við at bjóða koyringina út av nýggjum, sigur Hendrik Old.


Heldur betur samskipan

Hendril Old heldur, at besta loysnin á samferðsluøkinum hevði verið, um ein partur av samskipanini varð fluttur út Havn út á ymsu økini.

? Hetta hevði gjørt, at til dømis suðuroyingar fingu samskipa allan flutning í Suðuroynni av skrivstovuni hjá Strandfaraskip Landsins á Drelnesi. Og hetta hevði merkt eina nógv betur samskipan, sigur Hendrik Old.

Hendrik Old hugsar sær, at Postverkið og Strandfaraskip Landsins í størri mun eiga at virka saman, soleiðis at bussarnir eisini tóku post frá til dømis Smyrli.

? Hetta hevði spart landinum fyri nógvan pening, og um samskipanin fór fram úti á lokaløkjunum, hevði skipanin eisini gjørtst ein ógvuliga tænastuvinarlig og effektiv skipan, sigur Hendrik Old.

Javnaðartingmaðurin hevur enn ikki nærlisið uppskotið hjá Bjarna Djurholm, men hann roknar kortini ikki við, at talan er um nakað, hann kann taka undir við. Í hansara eygum fer tað ikki at loysa seg at privatisera samferðsluøkið.