Tað varð við spenningi sæð fram til dystin millum Fleyr og ÍFa í Gundadalshøllini fríggjakvøldið. Fuglfirðingar høvdu fult stigatal fyri sínar fyrstu seks dystir í kappingini, meðan Fleyr, sum lá nummar tvey á stigatalvuni, varð mett sum besta boðið upp á ein vinnara móti oddaliðnum.
ÍFa vann dystin, men ongantíð fyrr í ár vóru teir so nær við at tapa. Liðini skuldu ígjøgnum fimm sett fyri at finna vinnaran, og í seinasta settinum vóru bert tvey stig á muni.
Tað leikaði javnt á longu í fyrsta setti, sum ÍFa at enda vann 17-16. Fuglfirðingar løgdu hart út, og áðrenn Fleyr veruliga var komið í gongd, var støðan 6-0 til oddaliðið. Men so vaknaðu Klæmint Isaksen og hansara menn, og Fleyr stríddi seg upp á 8-7. Men so kom ÍFa við aftur og dróg longra stráið í hesum settinum.
Tvey tey næstu settini vann Fleyr 15-9, og settini vóru eisini rættiliga lík hvørjumøðrum. Blokkurin hjá fuglfirðingum riggaði yvirhøvur ikki hesi bæði settini, og moralurin kavaði niður á botn. Hinvegin kostaðu hesi bæði settini hjá Fleyr. Spælið var ov einstáttað ? alt varð koyrt út á kantspælararnar og miðjan varð ikki brúkt. Ikki tí, hetta riggaði væl, og tað kann ikki vera skilagott at broyta upp á nakað, sum koyrir væl. Men kantspælararnir møddust hóast viðrákið.
Fleyr-menninir mundu iðra seg aftan á dystin, at teir ikki brúktu fjórða sett til at tryggja sær sigurin. ÍFa sá út til at vera á veg í upploysing, og Fleyr hevði eisini sálarligu yvirvágina eftir tvey fyri teirra viðkomandi góð sett. Men fjórða sett var sera óruddiligt. Fuglfirðingarnir gjørdu færri feilir og vunnu 15-8.
Nú noyddust liðini út í fimta og avgerandi sett, har hvør bóltur gevur stig. Eftir at ÍFa hevði vunnið fjórða settið, var sálarliga yvirvágin farin yvir um netið og til fuglfirðingar, sum vunnu avgerandi settið 15-13. Teir løgdu seg á odda 6-3, men Fleyr svaraði aftur og kom eins og í fyrsta setti upp á 8-7 leiðslu. Men sum eitt rætt oddalið var tað ÍFa, sum megnaði at hava marginalarnar við sær í seinastu og avgerandi løtunum.
Dysturin móti Fleyr í Havn var ein tann størsta forðingin á veg móti FM-heitinum, og hon varð fingin av vegnum á besta hátt.
Men tað eru nógvir dystir eftir at spæla enn, og stigini skulu eisini skerast niður í helvt, so fuglfirðingar hava ivaleyst framvegis tunguna mitt í munninum.
Fleyr noyddist at ásanna, at teir eftir ein harðan og spennandi dyst sótu eftir við Svartaperi fríggjakvøldið. Men soleiðis gongur tað so ofta. Tá tað ríður um snarið, hevur oddaliðið ofta hepnið á sínari síðu, og tá talan er um ein fimm-settara, har seinasta settið endar 15-13, er neyðugt at hava hepnið við fyri at vinna.