Stóra finalan í amerikonskum fótbólti, Super Bowl, verður í kvøld kl.23.30 føroyska tíð. Liðini í Super Bowl eru í ár New England Patriots og Seattle Seahawks. Fleiri føroyingar fylgja væl við í hesum ítróttinum, og hava vit sett nøkrum av teirra spurningar um eitt nú hvussu teir fara at halda kvøldið og hvaðani áhugin fyri amerikonskum fótbólti stavar.
Seinastur at svara spurningunum á hesum sinni er Helgi L. Petersen, kanska best kendur sum málslúkari í føroyskum fótbólti, men nú eisini sum kommunupolitikari.
Hvør væntar tú vinnur Super Bowl í kvøld?
- Seahawks. Mær dámar einki serligt Patriots, so eg bæði vóni og vænti, at Seahawks vinna.
Hvussu fert tú at halda Super Bowl?
- Tað verður gjørt eitt sindur burturúr. Fari at hyggja saman við vinmonnum við onkrum góðum afturvið.
Hvaðani stavar áhugin fyri NFL?
- Havi hugt eftir NFL í eini 12 ár nú. Byrjaði at hyggja eftir donsku NFL-sendingunum á TV Zulu og fall púra fyri spælinum. Velji ein NFL dyst heldur enn ein dyst í Premier League.
Hvat er tað, sum fangar tín áhuga?
- At spælið er genialt, brutalt, friðarligt, eksplosivt, strategiskt, listarligt - alt í senn.