Samanlegging
Landsbankin er samdur við landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, um, at tað er rætt at útvega so góð hagtøl sum gjørligt, og at ein størri og sterkari stovnur hevði verið viðvirkandi til hetta.
- Men vit gera vart við, at talan er um tveir stovnar, sum hava ymisk virkisøki. Landsbankin hevur sum virkisøki at vera fíggjarfyrisitingarstovnur fyri landskassan og at hava búskapareftirlit við føroyska samfelagnum. Hinvegin hevur Hagstovan til endamáls at savna og framleiða hagtøl. Landsbankin nýtir soleiðis tjóðarroknskaparhagtøl frá Hagstovuni til at gera metingar og forsagnir um føroyska búskapin, og Hagstovan hevur nýtt metingar hjá Landsbankanum í tjóðarroknskapinum, tá hagtøl hava vantað.
Á einum staði
Landsbankin sigur, at fyri at styrkja samstarvið millum stovnarnar við meira rationellum og effektivum arbeiðsgongdum ? umframt at fáa eitt sterkt fakligt umhvørvi ? hava stovnarnir báðir seinastu tvey árini havt eina ætlan um samskipan, har stovnarnir koma at verða innan somu fysisku karmar.
- Landsbankin hevur tí arbeitt við ætlanunum um at keypa hølini hjá postverkinum á Argjum og síðan leiga Hagstovuni part av hesum hølum.
Sum skilst á Landsbankanum, hava báðir stovnarnir mett, at ítøkiligir fyrimunir fáast til vega við, at stovnarnir hava hølir saman.
Ikki samanlegging
Landsbankin metir tó, at vansar eru við at leggja stovnarnar saman í ein stovn og leggur heldur upp til, at stovnarnir vera samskipaðir.
- Landsbankin eigur framvegis at verða óheftur av politisku myndugleikunum, og samskipanin eigur at verða framd soleiðis, at greiður skilnaður framvegis verður millum virkisøkini hjá Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya, heldur Landsbankin sum tískil ikki tekur undir við regulerari samanlegging av stovnunum, soleiðis sum landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, vegna landsstýri og samgongu hevur boðað frá.