John Johannessen
Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum staðfestir, at Signar á Brúnni, landsstýrismaður, breyt landsins lógir, tá hann í juni játtaði Sjónvarpi Føroya pening uttan heimild.
Advokaturin, Bjørn á Heygum, ið hevur verið við til at gjørt stýrisskipanarlógina, heldur brotið vera so stórt, at landsstýrismaðurin má frá, skal álitið á rættartrygdina halda fram.
Landsstýrismaðurin stendur kortini fast við, at hann hevur sín rygg frían.
? Tá eg játtaði sjónvarpinum peningin, ráðførdi eg meg við fíggjarfrøðingar og lógarkøn fólk bæði innan mítt egna stýri og uttanfyri. Hesi vóru øll samd um, at eg skuldi gera, sum eg gjørdi. Tí meti eg meg ikki hava gjørt nakað skeivt, sigur Signar á Brúnni.
Fíggjarnevndin sveik
Tað er staðfest, at landsstýrismaðurin játtaði peningin til sjónvarpið uttan um játtandi myndugleikan, nevniliga løgtingið.
Men landsstýrismaðurin hevur eina frágreiðing til hetta. Signar á Brúnni vísir á, at hann áðrenn hann játtaði peningin bað um fund við fíggjarnevnd løgtingsins.
? Eg vildi nevniliga, at alt skuldi ganga eftir lógini í hesum máli, og fyri tí gjørdi eg alt tað, eg kundi, sigur landsstýrismaðurin.
Signar á Brúnni sigur, at fundurin í fíggjarnevndini aldi bleiv til nakað, hóast fíggjarnevndin í fyrstu atløgu hevði játtað at taka málið upp.
? Brádliga vísti fíggjarnevndin málinum frá sær, og so var ikki annað at gera, enn at játta peningin, sigur Signar á Brúnni og vísir á, at talan var um eina ógvuliga akutta støðu, og tí mátti handlast skjótt.
Stjórin fingið nøs
Osrøkin til, at Signar á Brúnni játtaði peningin til Sjónvarp Føroya var, at sjónvarpið brádliga var komið í ógvusligar fíggjarligar trupulleikar.
Sjónvarpsstjórin boðaði frá stórum undirskoti í rakstrinum og boðaði frá, at hetta komst av, at útreiðslusíðan á fíggjarætlan stovnsins hevði hildið, meðan útreiðslusíðan ikki hevði hildið.
Spurningurin til landsstýrismannin er tískil, um hann ikki heldur átti at umhugsa leiðsluevni stjórans í staðin fyri at bróta sína ráðharraábyrgd.
? Satt at siga, var møguleikin fyri at koyra sjónvarpsstjóran frá viðgjørdur. Men vit valdu, at stjórin heldur skuldi fáa ein nøs, sigur Signar á Brúnni.
Viðgera málið
Tjóðveldisflokkurin viðgjørdi á fundi hóskvøldið og aftur seinnapartin fríggjadagin niðurstøðu løgtingsgrannskoðaranna.
Áðrenn blaðið fór til prentingar var fundurin ikki komin til nakra niðurstøðu. Men Signar á Brúnni váttar, at hann var viðgjørdur á fundinum hóskvøldið. Hann sigur, at hann á fundinum slapp at greiða frá støðu síni, og síðani var kjakast um málið. Meira vil hann ikki siga.
Eisini Høgni Hoydal og Heini O. Heinesen vátta, at hesir fundir hava verið, men heldur ikki teir vilja siga, um flokkurin hevur tosað um, at heita á Signar á Brúnni um at siga seg úr landsstýrissessinunm, fyri at tryggja álitið á flokkin.
Tó sigur Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins, so mikið, at hann ikki kann góðtaka, landsstýrismenn bróta landsins lógir.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerkingar frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar.