? Nær ætlar Helen aDam á Neystabø at fyriskipa tað fráboðaða orðaskiftið um føroyskan sosialpolitikk?
Hendan spurningin vildi Dan R. Petersen, løgtingsmaður í Fuglafirði hava landsstýrismannin í heilsu- og almannamálum at svara, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni á tingfundinum mikudagin.
Í viðmerkingum til spurningin segði Dan R. Petersen m. a., at Javnaðarflokkurin tann 3. desember í fjør í brævui til fjølmiðlarnar gjørdi greitt, at hesin dagur var altjóða handikappdagur samstundis sum fýlst varð á, at landsstýrið einki hevði gjørt fyri at markera henda dagin.
Í brævi til løgtingið seinni sama dag boðaði Helena Dam á Neystabø frá, at landsstýrið ætlaði at skipa fyri aðalorðaskifti á løgtingi seinni í desember 1998 um føroyskan sosialpolitikk vyirhøvur. Frágreiðing skuldi lýsa viðurskiftini hjá brekaðum, og hvussu vit bøta um tey. Nýggj forsorgarlóg skuldi samtykkjast eins og nýggj barnaforsorgarlóg. Skapast skuldu lógarkarmar fyri tilveru teirra brekaðu, bústaðarviðurskifti, arbeiðsmøguleikar og atkomumøguleikar hjá brekaðum skuldu takast upp. Hetta var ein partur av innihaldinum í tí væntaða orðaskiftinum.
Nú vit eru komin inn í fjórðu viku av 1999, hevur enn einki orðaskifti um støðuna hjá samfelagsins veikasta bólki verið.
Helena Dam á Neystabø svaraði, at málið var so stórt, og at nýggjur almannastjóri var settur í starv í hesum tíðarskeiðið. Hon segði eisini, at hon helt, at spyrjarin yvirdramatiseraði málið.
? Men hesum eri eg als ikki samdur í, sigur Dan Petersen. Hann sigur, at málið ikki er størri í dag, enn tað var tann 3. desember í fjør, og heldur tað vera vána undanførslu at brúka, bara tí landsstýrismaðurin hevur »gloymt« at markera dagin.
Dan R. Petersen sigur eisini, at nýggi almannastjórin er gamal í garði á Almannastovuni, so hann skilir ikki, hví tað skal vera nøkur forðing í hesum máli.
? Hon kann siga, at eg yvirdramatiseri, men eg vil pástanda, at tað er landsstýrismaðurin í heilsu- og almannamálum, sum bagataliserar málið, sigur Dan R. Petersen.