Helena Dam á Neystabø er nú partur av tingmanning Javnaðarfloksins ? men tað verður hon bara fram til løgtingsvalið komandi, tí hon fer als ikki at stilla upp til komandi løgitngsval.
Eftir at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mikukvøldið vrakaði hana sum valevni, váttaði hon fyri Sosialinum, at hon hevði fingið áheitanir um at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Norðurstreymi. Hon vildi mikukvøldið ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, tí hetta var eitt mál millum hana og nevndina í Norðstreymoyar Javnaðarfelag. Norðstreymoyar Javnaðarfelag hevði 1. uppstillingarfund sunnukvøldið, og sambært útvarpinum var Helena Dam á Neystabø als ikki í uppskoti at koma á listan.
Upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum
Fríggjadagin boðaðu Helena Dam á Neystabø og Jóannes Eidesgaard tingformanninum frá, at Helena Dam á Neystabø nú er limur í tingbólki Javnaðarfloksins.
? Tað er ongantíð komið fyri, at ein limur í Javnaðarflokkinum, sum er tingmaður, ikki er limur í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, tí var avgerðin um at taka Helenu Dam á Neystabø upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum meira ein organisatorisk avgerð heldur enn ein politisk avgerð, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Talan var um eina nátúrliga avleiðing av, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur tikið hana upp sum lim.
Nú hon ikki stillar upp til løgtingsvalið komandi, merkir tað, at Helena Dam á Neystabø fer úr politikki. Hon kann sjálvandi stilla uppaftur til løgtingsvalið um fýra á, og tað er hugsandi, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag tá vil hava hana á listanum, tí fleiri limir í felagnum hava heitt á hana um at bíða við at stilla upp til næsta val.