Helena Dam á Neystasbø hevur als ongar ætlanir um at leggja frá sær sum landsstýriskvinna í lógarmálum.
Hon heldur, at tað hevur hon als onga orsøk til.
Annars hava teir báðir tinglimirnir, Kári á Rógvi og Johan Dahl róð framundir, at hon hevur verið so klossut í síni handfaring av spurninginum um eykajáttan til stabilisatorararnar á Smyrli, at hon átti at stungið í sekkin og farið til hús.
Teir siga báðir, at hon hevur vitað so leingi, at neyðugt var við pengum til stabilisatorarnar, at hon átti at fingið tað við í sjálva figgjarlógina.
Tað gjørdi hon ikki. Ístaðin kom hon við eini bráðfeingis umbøn til fíggjarnevndina, sum varð játtað í bráðskundi.
Kári á Rógvi heldur, at mannagongdin er ikki eftir bókini, tí tað eru bara bráðkomnar upphæddir, sum hava skund, sum kunnu játtast á henda hátt og tann eginleikan hevði hetta málið ikki.
Men Helena Dam á Neystabø heldur, at nú er tað onkur, sum hevur sovið í tímanum, ella sum slett ikki er møttur til tíma yvirhøvur og tað fer hon ikki at taka avleiðingarnar av.
Hon sigur, at hetta málið er viðgjørt so nágreiniliga og væl sum nakað mál kann vera tað.
- Tað er rætt, at vit vistu, at tað helst fór at vera neyðugt at gera stabilisatorarnar, sigur hon.
Men hon sigur, at alt hetta greiddi hon fíggjarnevndini frá væl og virðiliga í sambandi við fíggjarlógina.
- Men tá vistu vit ikki, um vit fingu pláss í dokk í ár og vit vistu heldur ikki nágreiniliga, hvussu nógv tað fór at kosta. Tí var vónleyst at seta pening av á fíggjarlógina, tí tað kunnu vit ikki gera fyrrenn vit vita tey nágreiniligu tølini.
Hon sigur, at tí var avtalan í fíggjarnevndini, at so skjótt, sum málið varð lýst út í æsir, skuldi landsstýrið venda aftur til fíggjarnevndina við eini umsókn um bráfeingisjáttan.
- Men Kári á Rógvi møtti ikki á tí fundinum og tí er hann kanska ikki kunnaður. Men tað má vera hansara ábyrgd og at krevja at eg skal leggja frá mær fyri tað, er burturvið, sigur Helena Dam á Neystabø.