- Eg skal við hesum boða Javnaðarflokkinum frá, at eg ikki ynski at vera í uppskoti sum valevni til formanspostin í Javnaðarflokkinum, sigur Helena Dam á Neystabø. Helena Dam á Neystabø ger í kvøld greitt, at hon vil ikki stillast upp til formanssessin í Javnaðarflokkinum á landsfundinum um góða viku.
- At vera landsstýriskvinna í mentamálum er ein tíðarkrevjandi uppgáva, og sum kunnugt hendir nógv á útbúgvingar- og mentamálaøkinum. Arbeitt verður við nógvum, stórum og týdningarmiklum verkætlanum, sum eg ynski at leggja alla orku í at føra longri fram á leið. Tað fer at krevja nógv at røkka teimum málum, sum eg havi sett mær, sigur hon.
- Uttan at leggja meg út í avgerðir floksins, skal tað kortini vera mín vón, at øll lokalfeløg Javnaðarfloksins tosa saman og koma til eina semju um eitt og sama valevni til nýggjan formann í Javnaðarflokkinum, sum kann verða valdur á eykalandsfundinum, sigur Helena Dam á Neystabø.