Helgi Abrahamsen tekur sæti á Fólkatingi

Men tað verður fyribils sum avloysari.

Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi frá fólkatingsarbeiðnum í eitt styttri tíðarskeið, og Helgi Abrahamsen kemur tí í hansara stað frá 6. december 2021.

 

Í dag skftir Sambandsflokkurin fólk á fólkatingi. Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi í eitt styttri tíðarskeið, og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, tekur tí við sessinum á Fólkatingi.

 

Helgi hevur roynt ymsar uppgávur fyri Sambandsflokkin, tó at hann ikki áður hevur sitið á fólkatingi. Hann gjørdist floksskrivari í 1999. Kom á ting í 2008 og so gjørdist hann landsstýrismaður eftir løgtingsvalið í 2019, men fór frá fyrr í ár, tá Magnus Rasmussen tók yvir. Síðani hevur hann verið tingmaður.

 

Í tíðindaskrivi frá Sambandsflokkinum sigur hann soleiðis:

 

– Nú havi eg roynt eitt sindur av hvørjum sum politikari, men hetta er fyrstu ferð, at eg sleppi at royna meg á Fólkatingi. Eg eri spentur upp á avbjóðingina, og tað er eingin ivi um, at tað verða nakrir áhugaverdir dagar. Eg fari í øllum førum at royna at fáa sum mest burturúr, meðan eg eri her, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Fyribils fólkatingslimurin skal til arbeiðis beinavegin. Longu í morgin skal hann í eldin, tá spurnartími verður við forsætisráðharra Mette Frederiksen. Harafturat eru nevndarfundir og aðrir fundir á skrá hesa vikuna.

 

Áðrenn Helgi Abrahamsen sleppur at taka pláss í Fólkatingssalinum, skal hann formliga góðkennast við atkvøðugreiðslu í salinum. Hetta er tó at rokna sum ein formalitetur, av tí at tað ikki er óvanligt, at fólkatingslimir biða um farloyvi.

 

Helgi Abrahamsen var nummar fimm á listanum hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið grundlógardagin í fjør. Hann fekk 491 persónligar atkvøður.

 

Einki verður sagt í tíðindaskrivinum um, hvørt Helgi Abrahamsen fer í farloyvi úr Løgtinginum, meðan hann sæti á Fólkatingi, men ger hann tað, so tekur Eyðdis Hartmann Niclasen í Miðvági við sum varfólk hjá Sambandsflokkinum.Soleiðis fullu atkvøðurnar á Sambandslistanum:

 

Sambandsflokkurin

 

Listin    877

 

1. Edmund Joensen       1.883

 

2. Kaj Leo Holm Johannesen      1.036

 

3. Bárður á Steig Nielsen           978

 

4. Magnus Rasmussen   520

 

5. Helgi Abrahamsen     491

 

6. Eyðdis Hartmann Niclasen     303

 

7. Johan Dahl    293

 

8. Edva Jacobsen           225

 

9. Jaspur Langgaard       205

 

10. Rósa Samuelsen      188

 

11. Ragnar Isaksen        107

 

12. Jensia Højgaard Kjærbæk     92

 

13. Erhard Joensen        83

 

14. Jákup Fróði Djurhuus           42

 

15. Sunneva Simonsen Ludvig    37