Oyggjaleikir: Tað eydnaðist Helga Winther Olsen í kvøld at vinna bronsu í fjallasúkkling, tá hann kom triðfremstur á mál í Cross Country.
– Skuldi tað eydnast at vinna persónligt heiðursmerki her, so mátti alt ganga upp í eina hægri eind, tí nógvir av hinum vóru so sterkir, men tað eydnaðist, sigur Helgi, ið nokk so skjótt sá, at her fekk hann verið við:
– Hjá mær ráddi um at fáa fyrimun av styrkini, mátanum eg koyri uppá og so tí, at eg tekniskt eri betur fyri, enn teir flestu av hinum. Eg helt meg tætt at Elliot Baxter, ið hevur vunnið næstan øll hini árini, og tað bar væl til.
Longu beinanvegin dugdi Helgi at síggja, at hann koyrdi nógv skjótari í svingunum og undanbrekku, enn hinir gjørdu, men at teir vóru skjótari á sløttum.
– Vinnarin dugdi so bæði, og tí vann hann uppiborið. Hinvegin var nokk so løgið, at Guernsey, sum vann næstan øll heiðursmerkini síðst, einki fekk hesaferð, greiðir Helgi Winther Olsen frá.
– Teir frá Isle of Man gingu so høgt uppí, at teirra maður mátti vera framman fyri Guernsey, at teir enntá hjálptu mær við at oysa vatn út yvir meg og alt møguligt, so tað hjálpti bara væl til.
Tá avtornaði, vann El Hihioui Kamal av Menorca, sum eisini vann Criterium-kappingina, og fleirfaldi vinnarin av Isle of Man, Elliot Baxter, bleiv nummar tvey og framman fyri Helga á triðja plássi.
– Vit høvdu vónað, at vit kundu fáa heiðursmerki í liðkappingini, men vit vóru so óhepnir, at allir – uttan eg og Høgni Øster – punkteraðu, og tí megnaðu vit ikki at fáa nakað heiðursmerki sum lið, sigur Helgi Winther Olsen.
Undan kappingini hjá monnum, skuldu Súsanna Skylv Sørensen og hinar kvinnurnar eisini havt verið í gongd, men tann kappingin var tíverri avlýst, tí ov lítil tilmelding var til hana.