Helgi er norðurlandameistari

Framgongdin tykist ongan enda fáa hjá Helga Dam Ziska. Sunnudagin vann hann NM í bólkinum hjá teimum, sum eru fødd í 1989-1990.

Talv

15 ára gamli havnarmaðurin Helgi Dam Ziska skrivaði føroyska søgu, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin varð norðurlandameistari í talvi. Áhugavert hevði verið at kanna, um hetta eisini er galdandi í øllum øðrum ítróttum. Hava vit nakrantíð havt ein legitiman norðurlandameistara í nakrari ítróttargrein?
Í øllum førum framdi Helgi eitt satt bragd, tá hann í harðari kapping við serliga svian Erik Blomquist og norðmannin Jon Ludvig Hammer dróg rætta stráið í NM, sum varð telvað í Finnlandi.

Sterk telving - gott heimaarbeiði
Fyrireiking er lyklaorðið. Helgi er ein sera nærlagdur telvari og hetta kom av álvara til sjóndar í fleiri av talvum hansara í Finnlandi. Eitt nú nýtti Helgi undir 15 minuttir til ein av sínum sigrum. Og hetta talvið vardi yvir 20 leikir. Alt var fyrireikað áðrenn talvið fór í gongd. Jú, tað hendir seg mangan, at ein ikki rakar júst sína egnu fyrireiking við tað, at mótstøðumaðurin telvar okkurt óvæntað, men Helgi rakti seymin beint á høvdið fleiri ferðir.
Helgi vann trý talv og leikti tríggir javnleikir. Hann var styrkismettur næstovastur av teimum fjúrtan luttakarunum, sum vóru í hvørjum aldursbólki. Tað var tí ikki óvæntað at Helgi var í oddastríðnum alla kappingina.
Tað er bert ein javngamal telvari í norðurlondum, sum av røttum kann kalla seg sterkari enn Helgi. Heimskendi norski stórmeistarin, Magnus Carlsen, átti av røttum at luttikið í hesum sama bólki (Hann er eins og Helgi føddur í 1990), men hann er sum kunnugt alt ov sterkur. Hann er beint undir heimselituni við sínum nærum 2650 ratingtali.
Føroyingar hava veruliga gjørt um seg á altjóða pallinum seinastu vikurnar. John Arni fekk sín triðja og avgerandi IM-norm herfyri og Helgi er norðurlandameistari. Vit eru fá, men sanniliga ment at vera við í norðurlendska toppinum.

Olaf enn eina bronsu
Olaf Berg hevur luttikið í sínum seinasta NM fyri unglingar. Ein kann nevnliga ikki verið eldri enn 20 ár fyri at luttaka í NM fyri ung. Olaf hevur síðani 1997 umboðað Føroyar á hvørjum ári og altíð við góðum úrslitum. Fleiri ferðir hevur hann ognað sær bronsu og oftani hevur hann luktað gullið. Eitt sterkt føroyskt umboð úti í heimi.
Í ár tyktist tað at verða ein off-kapping hjá honum, tá hann eftir fyrstu tvey umførini einki stig hevði. Men fýra góðir sigrar á rað góvu honum enn eitt flott triðja pláss. Olaf var styrkismettur nummar átta, so talan er um eitt framúr úrslit eisini hjá honum.

Heildarsucces
Talvsamband Føroya sendi tíggju telvarar avstað til Finnlands. TSF-bossurin, Jógvan Joensen, var ferðaleiðari og saman við honum var Martin Poulsen við sum venjari. Eisini fóru fleiri foreldur teinin til Finnlands at stuðla børnunum.
TSF hevði gjørt eitt dygdargott undanarbeiðið við eitt nú venjingarlegu. Ungu telvararnir kenna seg væl, fáa virðing og góða hjálp frá TSF. Umstøðurnar at vera ungur telvari í Føroyum nú á døgum eru frálíkar.
Sum held gekk tað væl hjá føroysku telvarunum í Finnlandi. Eitt nú fingu Heiðrikkur Jacobsen (1991-1992) og Høgni E. Nielsen (1995 og yngri) trý stig og endaðu mitt í røðini.