Helgi farin í holt við Tofta søgu

Nes kommuna heitir nú á sínar borgarar um at senda inn myndir til stóru bókaverkætlanina.

Helgi Jacobsen, rithøvundur, skal skriva søguna um bygdirnar í Nes kommunu - ella Tofta søgu - sum fyrireikingarbólkurin hevur valt at rópa verkætlanina.

 

Nú arbeiðið hjá Helga er byrjað, fer fyrireikingarbólkurin hesa vikuna at senda út skriv í hvørt hús í Nes kommunu, har heitt verður á borgarar um at lata myndir til søguna.

 

- Arbeiðið við bygdasøguni er nú byrjað av álvara, og í hesum sambandi eru myndir ein týðandi partur at lýsa søguna hjá okkara plássi. Vit vóna, at fólk koma við so nógvum myndum sum gjørligt úr okkara trimum bygdum, Nesi, Toftum og Saltnesi.

 

Nes kommuna sigur, at allar myndir hava áhuga, bæði gamlar og nýggjari myndir, hóast tað ikki er vist, at alt verður brúkt.

 

- Vit hugsa bæði um náttúrumyndir, persónsmyndir, myndir frá handilslívinum og fólkalívinum sum heild. Vit seta ongar avmarkingar, sigur kommunan, nú verkætlanin við bygdasøguni verður sett á kjøl.

 

Á viðheftu mynd er rithøvundurin, Helgi Jacobsen, saman við teimum, sum eru í fyrireikingarbólkinum aftan fyri verkætlanina við Tofta søgu.