Helgi og Hjalti greiðastu sigrarnar

Seinna FM-undankappingin í talvi fyri børn og ung var í Sandavági leygardagin

Talv

Kappingin er skipað í aldursbólkum. Teir 8 telvararnir sum samanlagt hava bestu úrslitini í undankappingunum luttaka í FM-Finaluni sum verður 26. november í Argja Skúla. Nr. 1 og 2 í hvørjum aldursbólki vinna sær rætt til NM luttøku sum verður í Finlandi í februar mánað 2006.
Veðurgudarnir høvdu hug at forða klaksvíkingum í at luttaka, men kappingin var sett í gongd góðan tíma seinni enn ætlað - tá KTF var komið uppá pláss. Og tað loysti seg at koma vestur !
Samanumtikið fekk Havnar Telvingarfelag ein framúr góðan kappingardag. Gullvinnarar í øllum bólkum - uttan hjá teim yngstu telvarunum. T.v.s. 3 gull av 4 møguligum. Greiðastu sigrarnar fingu Helgi Dam Ziska og Hjalti Toftum Jógvansson - 8 av 8 møguligum. Heiðrikkur Jacobsen megnaði somuleiðis at vinna gull í hørðum stríði við serliga Rúna Vørmadal.
Yngsti bólkurin gjørdist meira spennandi enn væntað varð. 8 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag hevur vanliga rættiliga gott tak á kappingarneytunum. Men leygardagin var um reppið at sigurin glapp av hondum. Heðin Gregersen úr Klakvsvíkar Talvfelag, sum eisini bert er 8 ára gamal, vann greitt á Høgna, meðan eldri beiggin hjá Heðini, Einar Gregersen, tó vann á yngra bróðurinum. Høgni, Einar og Heðin endaðu sostatt allir ovastir við 7 stigum - men Høgni hevði bestu mótstøðustigini. Áhugaverdir brøður úr Klaksvíkar Talvfelag. Hóast stutt er fráliðið síðani hesir byrjaðu at telva, gera teir longu vart við seg á ovastu rók.

----

Úrslitið gjørdist hetta:
Telvarar 10 ár og yngri (f. 1995-yngri) (25 luttakarar):
Einar Gregersen, Høgni Egilstoft Nielsen, Heðin Gregersen
1Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs talvfelag (7,0)
2Einar Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (7,0) (korr)
3Heðin Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (7,0) (korr.)
Finalistar 26. november
1Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2Einar Gregersen, KTF
3Heðin Gregersen, KTF
4Jóhan Hentze, Rókur
5Eli Johannesen, Rókur
6Dánjal K. Hansen, HT
7Alfred Olsen, VT
8Janus Egilstof Nielsen, ST

Aldursbólkur 11-12 ár (f. 1993-94) (10 luttakarar):
1Heiðrikkur Jacobsen, Havnar Telvingarfelag (8,0)
2Rúni Vørmadal, Vestmanna Talvfelag (7,0)
3Jógvan Emil Joensen, Vestmanna Talvfelag (6,5)
3Jóhan Vørmadal, Vestmanna Talvfelag (6,5)
Finalistar 26. november
1Heiðrikkur T. Jacobsen, HT
2Rúni Vørmadal, VT
3Jóhan Vørmadal, VT
4Jógvan Emil Joensen, VT
5Sveinur Bjarkason, Rókur
6Bárður Jónsson Stórá, VT
7Marni Kruse, Rókur
8Theodor Larsen, Rókur

Aldursbólkur 13-14 ár (f. 1991-92) (12 luttakarar):
1Hjalti Toftum Jógvansson, Havnar Telvingarfelag (8,0)
2Margar Berg, Havnar Telvingarfelag (7,0)
3Jaspur Enghamar, Havnar Telvingarfelag (5,5)
Finalistar 26. november
1Margar Berg, HT
2Hjalti T. Jógvansson, HT
3Bogi Hansen, KTF
4Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
5Jaspur Enghamar, HT
6Vagnur Dam, Rókur
7Fríða við Streym, Rókur
8Borgar Jónsson Stórá, VT

Aldursbólkur 15-16 ár (f. 1989-90) (5 luttakarar):
1Helgi Dam Ziska, Havnar Telvingarfelag (8,0)
2Herborg Hansen, Klaksvíkar Talvfelag (5,0)
3Andrias Nielsen, Sandavágs Talvfelag (3,5)
Finalistar 26. november
1Herborg Hansen, KTF
2Helgi Dam Ziska, HT
3Rógvi Dragaberg, KTF
4Danny Baldursson, KTF
5Andrias Nielsen, ST
6John Johannesen, VT
7Reidar Egilsnes, VT
8Fróði Gregersen, ST