Helgi spyr hvussu illa skip kunnu larma

- Finst nøkur reglugerð fyri, hvussu nógvur larmur í mesta lagið kann vera á einum havnalagi?

Hendan spurningin vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu at svara

- Um eingin reglugerð er á hesum øki, kann landsstýriskvinnan so greiða frá, um serligar orsøkir eru til tað?

- Um eingin reglugerð finst, er so ætlanin at fáa eina slíka reglugerð gjørda?

- Um ætlanin er at fáa eina reglugerð gjørda, nær kann so roknast við, at hon verður gjørd?

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at greiðar reglur eru fyri, hvussu nógvur larmur kann vera inni á einum arbeiðsplássi. Sambært kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum skal nýinnrætting ella stór umbygging av arbeiðsplássum raðfestast og fremjast við atliti at trygd og heilsu, soleiðis at møguligir vandar og ampar frá arbeiðsgongdum, m.a. dust ella onnur luftdálking, geisling, ovurstór hita- ella kuldastig, larmur, ringur deymur v.m., kunnu avmarkast í størst møguligan mun.

- Men ringt er at finna nakra reglugerð fyri, hvussu nógvur larmur í mesta lagi kann vera á einum havnalagi, har nógv virksemi er. Tað er sjálvsagt ómøguligt heilt at sleppa undan larmi frá skipum og arbeiðsplássum á einum havnalagi, men kortini er umráðandi, at henda ljóðdálkingin verður avmarkað í tann mun, tað er møguligt. Til dømis ber væl til at sleppa undan larminum frá ljósmotorum við at leggja káplar millum skip og bryggju, soleiðis at streymur fæst úr landi. Men eru ongar reglur fyri hesum, verður sum oftast tann lættasta loysnin vald, sigur Helgi Abrahamsen., sum eisini vísir á, at nógvastaðni í landinum er hetta ein trupulleiki, og hóast vit ongantíð heilt fara at sleppa undan trupulleikanum, so eiga vit at avmarka hann í tann mun, tað er gjørligt. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.