Sum In.fo skrivaði fyrrapartin í dag, so var føroyski landsliðsleikarin, Helgi Hildarson Hoydal, í dag lagdur undir skurð fyri ein meniskuskaða í høgra knæi.
Les eisini: Helgi fingið enn ein knæskaða
Í morgun var gjørt av í samráð við skurðlækna at besta loysnin var at taka skaddu meniskuna heilt burtur, eftir at hon var skrædnað fyri triðju ferð innan tvey ár.
Stutt eftir var føroyski strikuleikarin lagdur undir skurð, og skurðviðgerðin gekk væl.
Landsliðsleikarin er nú í bíðustøðu, men felag hansara, Viking Stavanger, boðar frá á facebook, at tey vænta hann aftur á vøllinum um einar fýra til seks vikur.
Tí er møguleiki fyri at Helgi Hildarson Hoydal kann spæla landsdystirnar móti Ukreina í apríl.