Helgi Winther Olsen er vónin hjá fjallasúkklarunum

Ì dag eru bert fimm dagar til oyggjaleikirnir á Bermuda verða settir. Millum tey vónríku føroysku ítróttarfólkini eru føroysku fjallasúkklarnir. Høgni R. Øster , sum er ein av fjallasúkklarunum hevur best vónir til Helga Winther Olsen.

 

Helgi Winther Olsen hevur staðið seg væl í kappingum niðri í Danmark, og tí metir Høgni R. Øster Helga verða frægasta føroyska heiðursmerkjaboðið í fjallasúkkling.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eitt ljóðbrot við einari samrøðu við Høgna R. Øster um fyrireikingarnar til komandi oyggjaleikirnar.