Hellas Verona misti javnleikin móti Napoli í 96. minutti

Andrias Edmundsson var besti leikarin á vøllinum

 

Mynd: Hellas Verona

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona kunnu veruliga iðra seg.

 

Á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum í Verona høvdu Andrias og liðfelagarnir ein flottan 1-1 javnleik móti toppliðnum, Napoli í pottinum. Men seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði kendi belgiski áleyparin, Romelu Lukaku til endaligu støðuna 2-1 til Napoli. Ein grátuligur enda upp á dystin.

 

Rasmus Højlund legði Napoli á odda longu í øðrum minutti. Men Hellas Verona stríddi seg innaftur í dystin, og í 64. minutti javnaði Jean-Daniel Akpa Akpro fyri heimaliðið, men í yvirtíðini var Lukaku á røttum staði, so Napoli fekk øll trý stigini við sær.

 

Hjá bæði Flashscore/Soccerstand og Sofascore var Andrias staðfestur at vera besti leikarin á vøllinum. Frá Flashscore fær Andrias karakterin 7,6 (av 10), og frá Sofascore fær hann karakterin 7,7. Eitt framúr avrik hjá Andriasi. Bert synd og ergiligt, at tað ikki rakk til eitt stig hjá Hellas Verona.

 

Hellas Verona er aftast í deildini við 15 stigum. Teir hava níggju stig upp til fjórðaftasta plássið, har Cremonese hevur 24 stig. Nú hevur Hellas Verona 11 dystir eftir at leika.

 

Vit venda aftur við hæddarpunktum frá dystinum Hellas Verona-Napoli 1-2 (0-1) seinni í kvøld. 

 

 

 

Mynd: Hellas Verona