Helle herjar á Løkke

Alt bendir á, at Helle Thorning Schimdt fer at hólva Lars Løkke Rasmussen av, tá fólktingsval verður í Danmark

Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði andstøðan vunnið ein greiðan sigur, og Helle Thorn­ing-Schmidt hevði loyst Lars Løkke Rasmussen av sum for­sætisráðharra.

Tað vísir ein nýggj mein­ing­a­kann­ing, sum Megafon hevu­r gjørt. Eftir henni høvdu and­støð­u­flokk­ar­nir fingið 54,4 pro­sent av at­kvøð­u­num, og stjórn­ar­flokk­ar­nir og teirra stuð­uls­flokk­ar høvdu fingið 45,6 prosent.

So langt frammanfyri hava teir vinstrasinnaðu flokk­ar­nir ikki verið, síðan teir borg­ar­ligu vunnu stjórn­ar­vald­ið aftur í 2001.

Hjá Lars Løkke Rasmussen er kann­ingin ikki serliga hug­a­ligur lesn­aður. Vinstri hevði einans fingið 19,3 prosent, um fólk­atingval var nú.