Tær hava ikki samstarvað nógv, men kortini hevur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, bara rósandi orð at siga um Piu Kjærsgaard, sum nú hevur gjørt av at leggja frá sær sum formaður í Danska Fólkaflokkinum á landsfundi floksins í næsta mánað.
-Pia Kjærsgaard hevur verið ein týðandi floksleiðari í donskum politikki, og hóast vit ikki hava verið samdar, havi eg stóra virðing fyri henni og tí, sum hon hevur lagt í sítt politiska arbeiðið í meiri enn 25 ár, sigur Helle Thorning Schmidt.
Forsætisráðharrin leggur afturat, at Pia Kjærsgaard hevur havt stóran týdning fyri Danska Fólkaflokkin sum ein dugnaligur og arbeiðssamur formaður.
-Eg vænti mær eitt gott og professionelt samstarv við eftirmann hennara, sigur Helle Thorning Schmidt.