Helle Thorning-Schimidt fríkend

Danskir miðlar skriva nú, at forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum er fríkend í skattamálinum hjá manninum.

TV2 News bar tíðindini frá grannskoðaranum hjá Thrning-Schimdt/Kinnock parinum fyri løtu síðani, at parið er fríkent í skattamálinum, har maðurin er lagdur undir av órøttum ikki at hava goldið skatt í Danmark, men í Sveis, har hann arbeiðir. Eisini hevur Helle Thorning-Schimdt verið løgd undir at siga ósatt um, hvussu nógvar dagar um árið maðurin hevur verið í Danmark.

Men hóast TV2 hevur borið hesi tíðindi, so kenna hvørki Helle Thorning-Schimidt ella flokkurin til fríkenningina.

- Vit bíða framvegis eftir endaligu avgerðini hjá Skat. Fyrr enn hon fyriliggur, hava vit ongar viðmerkingar, sigur Helle Thorning Schimdt í tíðindaskrivi.

TV2 hevur upplýsingarnar frá Frode Holm, sum er grannskoðari hjá Helle Thorning Schmidt og manni hennara, Steven Kinnock. Kortini avsannar sami maður søguna um fríkenningina fyri DR Nyheder, so nú er støðan rættiliga ørkymlað í Danmark.

Valgranskarar siga tað hava sera stóran týdning fyri Helle Thorning-Schmidt og Danska Javnaðarflokkin, at hon sleppur snikkaleys burtur úr hesi støðuni. Verður hon fríkend, so vænta valgranskarar, at Javnaðarflokkurin fer at fáa vind í seglini næstu mánaðirnar.