Helle trýstir á valknøttin týsdagin

Sambært eygleiðarum í Keypmannahavn, sum siga seg hava góðar keldur í danska Javnaðarflokkinum, so fer Helle Thorning-Schmidt at trýsta á valknøttin týsdagin ella hósdagin.

Sambært eygleiðarum í Keypmannahavn, sum siga seg hava góðar keldur í danska Javnaðarflokkinum, so fer Helle Thorning-Schmidt at trýsta á valknøttin týsdagin ella hósdagin.

 

Skal fólkatingsvalið vera fyri summarfrítíðina, so er tað um at vera seinasti møguleiki. Men einki ítøkiligt er komið fram um, nær valdagurin verður, talan er bara um gitingar. Og gitingarnar á ymsum blaðredaktiónum og hjá teimum, sum fylgja væl við í politikki í Danmark siga, at allar seinasti møguleiki, um valið skal vera fyri summafrítíðina er, at hon skrivar valið út í næstu viku, týsdagin 26. mai.

 

9. juni verður av fleiri hildin sum ein sannlíkur valdagur.

 

Tað er sjálvandi eisini ein møguleiki, at valið verður aftan á summarfrítíðina, men tað verður hildið lítið sannlíkt. Seinasti møguleiki at halda fólkatingsvalið er týsdagin 15. september. Velur Helle Thorning-Schmidt tann møguleikan, so verður tað fyrstu ferð nakrantíð, at eitt valskeið í Danmark verður fýra ár upp á dagin, so sum tað annars so ofta hevur verið við løgtingsvalskeiðum í Føroyum.