Hells Angels selja rúsevni í Føroyum

SMUGLING Føroyski marknaðurin er nú so lokkandi, at eisini professionellir brotsmenn hava fingið áhuga fyri okkum

- Føroyski marknaðurin fyri rúsevni er so góður, at eisini professionellir brotsmenn hava fingið eyguni upp fyri okkum.
Tað staðfestir Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.
Hann staðfestir samstundis, at nøgdirnar av rúsevnum, sum tollvaldið og løgregla leggja hald á, kvinkar uppeftir.
Hinvegin ásannar hann samstundis, at í Føroyum eru tølini rættiliga smá, so sveiggini kunnu vera rættiliga stór frá ári til ár.
Hin møguleikin er eisini, at eftirlitið er betri og at tað eydnast tollvaldinum at finna fleiri og fleiri smuglarar.
Samstundis er tað eisini greitt, at ikki øll rúsevni, sum hald verður lagt á í Føroyum, og sum síggjast aftur í okkara hagtølum, eru til føroyska marknaðin, men eru ætlað at verða send víðari til Ísland og Grønland, fyri at nevna tvey dømi.

Væl útgjørd
Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sigur, at tað er als ikki óhugsandi, at ein orsøk til at nøgdirnar av rúsevnum, hald verður lagt á, kvinkar uppeftir, er, at eftirlitið er batnað og er vorðið effektivari.
Hann sigur, at seinastu tíðina er tollvaldið blivið væl útgjørt at basa rúsevnasmuglingini.
- Vit hava ein ungan hund, vit fingu úr Noregi í fjør og í næstu mánað fáa vit ein ungan hund afturat.
Hetta eru hundar, sum eru í fullgóðari venjing at finna øll sløg av rúsevnum og teir eru og verða til stóra hjálp.
Somuleiðis hevur tollvaldið fingið røntgentól at gjøgnumlýsa viðføri og farm við og eisini tað hevur verið eitt sera hent amboð og hevur avdúka smuglarar, sum hava fjalt rúsevni, har tað annars hevði verið sera tórført, fyri ikki at siga, ómøguligt at funnið.
Tollvaldið hevur eisini atgongd til ferðafólkalistarnar hjá Norrønu og Atlantsflogi so at tey alla tíðina síggja, hvør ferðast aftur og fram og kunnu leggja uppí, tá ið okkurt tykist vera illgrunavert.
- Tað gevur okkum eisini nógv betri møguleikar at leggja eftirlitið tilk rættis, tí fyrr vistu vit ikki av ferðafólki, fyrrenn tey stóðu á farstøðunum.
Og so sigur Kjartan Dam Joensen, at tollvaldið hevur eisini onnur amboð, sum hann ikki vil siga nakað um alment.
- Men samstarvið við løgregluna og flutningsfeløgini er fyrimyndarligt og tað er ein sera góð hjálp, ásannar hann.
Hinvegin leggur hann eisini afturat, at tað mesta, sum verður smuglað til Føroya, verður smuglað við Norrønu og nakað eisini við Atlantsflogi.
- Tað eru høvuðsleiðirnar og av tí, at tær eru so avmarkaðar, ger tað lutfalsliga lættari at forða fyri, at rúsevni koma til landið, enn tað er at forða fyri smugling í øðrum londum, ferðslan inn í landið er nógvar ferðir størri og fjølbroyttari, sigur Kjartan Dam Joensen.

Professjonellir smuglarar
Men hinvegin er tað eisini greitt, at støðan er nógv broytt hesi seinastu árini, sigur yvirtollarin.
- Fyrr vóru tað mest misnýtarar og onnur fólk í sjálvum rúsevnaumhvørvinum í Føroyum, sum smuglaðu rúsevni til Føroya.
Men tað er broytt, tí nú hava eisini professionellir brotsmenn fingið áhuga fyri at smugla rúsevni til Føroya at selja.
- Tað síggja vit á teimum, vit taka fyri at smugla. Talan er ikki um misnýtarar, men um beinleiðis ørindafólk, sum verða send til Føroya við rúsevnum.
- Men tað førir so eisini við sær, at talan er ofta um fólk, vit ikki kenna og ofta eru tað størri nøgdir, slík sendiboð hava við sær.
Men vit vita eisini, at summi av hesum sendiboðum hava beinleiðis tilknýti til rokkara-harkalið í Danmark, eitt nú Hells Angels.
- Sostatt er alt, sum bendir á, at smuglingin av rúsevnum til Føroya, verður betri og betri skipað.
Samstundis verða smuglararnir meiri og meiri listilærdir.
- Í hesum sambandi hava vit bæði funnið rúsevni, sum er sveisað inn í eldsløkkjarar og í akkumulatorum, fyri at nevna tvey dømi um, hvussu smuglarar royna at fjala rúsevni.
- Samstundis verður innvortis smugling alsamt vanligari, við tað, at smuglarar fjala rúsevni innan í sær.
LES EISINI GREININA: Vit síggja javnan 14 ára gomul børn taka rúsevni
LES EISINI GREININA: Nógv mest hassj