Helt at eldur var í Christianskirkjuni

- Soleiðis, sum vit hava skilt, stóðst eingin skaði av hendingini, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at roykur sást koma úr Christianskirkjuni í Klaksvík.

 

Boð vórðu send eftir Klaksvíkar Sløkkiliði. 

 

Men, tað gekk bara ein lítil løta, so ringdi fráboðarin aftur, og nú vísti tað seg, at roykur kom úr oljufýringini. 

 

Vaktleiðarin veit í morgun at siga, at oljufýringin varð sløkt, og soleiðis varð hetta málið loyst.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt, stóðst eingin skaði av hendingini, og soleiðis varð hetta málið loyst, tíbetur, leggur vaktleiðarin aftrat.