Beint fyri klokkan 13 í gjár helt onkur seg síggja eina grind í Nólsoyarfirði.
Tað var ein, sum var á floti í fjørðinum, ið boðaði frá hesum.
Men, tá málið varð kannað nærri, var kortini eingin grind at síggja.
Hetta visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.