Á Hotel Føroyum eru stór og smá í ferðavinnuni savnað í dag til stórt tiltak um ferðavinnu. Tiltakið Ferðavinnustevnan hevur til endamáls at savna fólk, sum arbeiða við ferðafólki, og at eggja til samstarv og nýhugsan í vinnuni.
Umleið 250 luttakarar eru við á stevnuni, og hetta er umleið helmingurin av øllum føroyingum, sum arbeiða við feðavinnu í Føroyum, sigur Annleyg Lamhauge, MICE marknaðar leiðari í Visit Faroe Islands
Steen Møller Christiansen, sum hevur fyritøkuna Open the World, og sum hevur drúgvar royndir í ferðavinnuni byrjaði dagin við einum uppleggi um samstarv í ferðavinnuni, og síðani hevur ymiskt bólkaarbeiði verið. Seinni í kvøld verða viðursløninar Ársins Heiðursbrøv handaðar.
Tey sum eru í uppskoti eru:
Ársins ferðavinnufólk:
Nancy Justinussen, Atlantic Airways
Mimmy Vágsheyg, Café Fríða
Sunniva Arge, Hotel Hafnia
Ársins nýbrot:
Eplafestivalurin
Reika Adventures
Visit Nólsoy
Ársins eldsál:
Fríðun Jacobsen, Greengate
Eirik Suni Danielsen, Gjáargarður
Maria á Lofti, Atlantic Airways
Ársins ferðavinnufólk:
Nancy Justinussen, Atlantic Airways
Mimmy Vágsheyg, Café Fríða
Sunniva Arge, Hotel Hafnia
Ársins nýbrot:
Eplafestivalurin
Reika Adventures
Visit Nólsoy
Ársins eldsál:
Fríðun Jacobsen, Greengate
Eirik Suni Danielsen, Gjáargarður
Maria á Lofti, Atlantic Airways
Heiðursbrævahandanin verður á fullteknaðu veitsluni á Hotel Føroyum í kvøld.